11. og 12. mai vóru Parasport vertir fyri NM í boccia.

Fleiri enn 60 ítróttarfólk úr Føroyum, Íslandi, Danmark, Noregi, Svøríki og Íslandi luttóku í kappingini ið var hildin í nýggju Stórhøllini á Hálsi.
Hóast ein slík kapping krevur nógv, bæði fólk og fyrireikingar gekk kappingin sum heild væl, og var tað vælnøgdir gestir ið fóru heimaftur sunnudagin 13. mai.

Tíverri rakk tað ikki til nakað heiðursmerki hjá Føroyum, og var tað serliga Finland ið tók tey flestu gullmerkini.

Sígg myndir frá kappingini her

Yvirlit yvir heiðursmerkjavinnararnar í einstaklingakappingini kan takast niður her

Yvirlit yvir heiðursmerkjavinnararnar í liðkappingini kan takast niður her