Sunnudagin 25.11 var árliga jóla bocciakappingin hjá Parasport.

Kappingin var hesuferð í Løkshøll, og heili 38 boccialeikarar høvdu meldað til hesuferð.

Kappingin var skipað í fýra bólkar, og vóru úrslitini hesi:

Bólkur fyri rørslutarn

Nr. 1 Marius Johansen, nr. 2 Dánial Jákup Djurhus og nr. 3 Poula Dam

Bólkur 1, menningartarn

Nr. 1 Hilda Poulsen, nr. 2 Meiken Olsen, nr. 3 Unn Mortensen

Bólkur 2, menningartarn

Nr. 1 Elvin Weihe, nr. 2 Elin Løkin, nr 3 Jacob Jacobsen

Bólkur 3, menningartarn

Nr. 1 Rúna Falkvard, nr. 2 Ruborg Haraldsen, nr. 3 Vagnur Kjørbro

 

Hjartaliga tillukku tit øll, og ein serlig tøkk til Tórur í Puntabyrgi fyri hjálp at handa heiðursmerkini.