
- This event has passed.
Skemman open, svimjikapping AVLÝST
30. mars 2020 kl 17:00 - 19:00

Kappingin er avlýst!!!
Mánadagin 30. mars verður árliga Skemma open svimjikappingin hjá Parasport.
Kappingin verður í svimjihøllini í Gundadali, og byrjar kl 17.
Kappast verður í bólkunum
Bólkur 1 – Kvinnur yvir 14 ár ið hava vant eina tíð, og sum lætt klára at svimja meir enn 50m við hampiligari ferð
Bólkur 2 – Kvinnur yvir 14 ár, ið illa klára at svimja meir enn 50 m við hampiligari ferð
Bólkur 1 – Menn yvir 14 ár ið hava vant eina tíð, og sum lætt klára at svimja meir enn 50m við hampiligari ferð
Bólkur 2 – Menn yvir 14 ár, ið illa klára at svimja meir enn 50 m við hampiligari ferð
Bólkur 3 – Børn upp til 14 ár
Bólkur 4 – tey ið ikki megna at svimja uttan hjálpitól
Eisini verður deilt upp í mun til um man hevur rørslutarn ella menningartarn.
Kappingin er ókeypis, og tilmelding fer fram á https://forms.gle/TjtdiqvEdEDHs7Cb6 í seinasta lagi fríggjadagin 27. mars.
Øll er hjartaliga vælkomin.