Loading Events

« All Events

  • This event has passed.

Evnisdagur

8. november kl 17:00 - 19:00

Parasport Føroyar bjóðar til áhugavert tiltak í MEGD húsinum.

Tiltakið er til fólk við niðursettum virkisføri* í armi/ørmum og/ella beini/beinum, avvarðandi teirra og øðrum áhugaðum.
* hetta merkir alt frá manglandi útlimi til størri og smærri brek ella skaða á liðir ella mjødn, øksl, hendur og føtur.

Tiltakið verður fríggjadagin 8. november kl. 17.00

Endamálið við tiltakinum er at kunna um paraítrótt, og hvørjir møguleikar eru í hesum sambandi.

Hávard Vatnhamar, triatletur, ið kappast um pláss á Paralympisku leikunum í Tokyo 2020, greiðir frá hvussu hann misti part av øðrum arminum í arbeiðsvanlukku, hví hann byrjaði at íðka para-triatlon , og hvørja ávirkan hetta hevur havt á lív hansara.

Tóra við Keldu, Paralympiskur heiðursmerkjavinnari, greiðir frá ítróttarlívsleið sínari, og sínum upplivingum og royndum sum para-svimjari, og hvat hetta hevur merkt fyri hana.

Tróndur Ravnsfjall, ítróttarráðgevi hjá Parasport, greiðir frá um Parasport Føroyar, para-ítróttir og hvørjir møguleikar eru.

Høvið verður at seta spurningar.

Tiltakið er partur av einari røð av tiltøkum, har Parasport roynir at savna fólk ið bera samanberilig kropslig brek, at hoyra onnur greiða frá sínum royndum, og hvørjir møguleikar eru at íðka ítrótt tá ein ber brek.

Tiltakið er ókeypis

Details

Date:
8. november
Time:
17:00 - 19:00

Venue

MEGD húsið
Íslandsvegur 10c
Tórshavn, 100 Faroe Islands
+ Google Map
Website:
www.megd.fo