Boccia

Úrslit frá FM í Special Olympics boccia

17
.
March
2024

Sunnudagin 17.03 var kappast FM í boccia í Skúlanum við Løgmannabreyt.

24 luttakarar høvdu meldað til, og var kappast í trimum deildum, býtt upp eftir førleika smb. Special Olympics prinsippinum.

Kappingarnar vóru bæði javnar og spennandi.

Í deild 3 var tað Vagnur Kjærboð ið gjørdist nr. 1, Joen Jacob Johannesen nr. 2 og Beinta Sørensen nr. 3.

Í deild 2 var Pauli Johannesen nr. 1, Erla Marr Erlandsdóttir nr. 2, og Elis Michelsen  nr. 3

Í deild 1 var Meiken Olsen nr. 1, Astrid Gullfoss nr. 2 og Joanna Jarnskor nr. 3.

Heilt fitt av fólki var møtt upp at hyggja eftir kappingunum, og vóru tað paralympiskur luttakari Hávard Vatnhamar og formaðurin í Parasport Føroyar, Petur Elias Petersen ið handaðu vinnarunum heiðursmerkini.

Set teg í samband
við okkum í dag
Thank you! Your submission has been received!
Oops! Something went wrong while submitting the form.

Aðrir stuðlar