Hósdagin 8.12.2023 var seinasta Special Olympiska jólakappingin hjá Parasport á hesum sinni hildin.
Hesuferð var kappast í borðtennis.
Hóast tað ikki vóru líka nógvir luttakarar sum tað onkuntíð hava verið, var talan um eina sera spennandi og góða kapping.
Tá av tornaði var tað Jann Tróndarson Joensen sum stóð eftir sum vinnari.
Plaseringarnar í kappingini vóru:
Nr. 1 Jann Tróndarson Joensen
Nr. 2 Elis Michelsen
Nr. 3 Rúni Jacobsen