Signa Vár, sum hesa vikuna kappast í 2019 NAS Global Games, hevur seinastu tveir dagarnir vunni 4 heiðursmerkir afturat.
Hon er nú uppi á 8 heiðursmerkjum í alt, umframt eitt 2. pláss í 200m blandaðari svimjing.
3 gull og 5 silvur sum má sigast verða sera sera flott.

Í gjár, týsdagin 15/10 svam Signa Vár:
200m frí, og vann silvur við tíðini 2:38.48 (betra 5,5 sek.)
50m firvald og aftur silvur við tíðini 35.84 (betra 2,13 sek.)

Í dag 16/10 hevur hon svomið:
100m Firvald og vann gull við tíðini 1:23.32 (líka undir PB)
Og 100m frí har hon vann silvur við tíðini 1:12.09 (11/100 betur enn PB)

Nú er bert 50m bringusvimjing eftir hjá Signu Vár í morgin, og so er kappingin liðug hennara vegna.

Hjartaliga tillukku við flottu úrslitunum Signa Vár!!!