Sunnudagin 30. september skipa Parasport og FSF fyri stuttligum fótbóltstiltaki á Tórsvølli.

Tiltakið er til fólk við menningartarni og vinum, ella familju teirra.

Á tiltakinum verða stuttligar kappingar til børn og vaksin, og allir luttakarar við menningartarni fáa lekkra t-troyggju og bólt.

Fyri at vit skulu vita hvussu nógv koma er neyðugt at melda til á https://goo.gl/forms/JFwBS1urItYMzu502

Seinasta freist at boða frá luttøku er fríggjadagin 28. September kl 12.

 

Vónandi síggja vit nógv, og onkur nýggj andlit á Tórsvølli 30. September.