Á mánaðarliga fundinum hjá Lions Vágar handaði Dánial Christoffersen, vegna Lions Vágar, Egga Jensen ein gávukekk á kr 35.000,- til keyp av serligum ítróttarkoyristóli.

“Lions er virkin viðleikari í para-ítróttinum kring heimin, og eru vit fegin um at vit í Lions Vágar eisini hava møguleika at stuðla hesum virksemi” segði Dánial Christoffersen tá hann handaði gávuna.

Ætlanin við koyristólinum er at føroyingar, ið eru bundnir av koyristóli, skulu fáa møguleikan at royna ein ítróttarkoyristól, ið er munandi lættari og stúttari enn vanligur koyristólur, og harvið fáa sama møguleika at íðka ítrótt sum øll onnur.

Smb. Parasport Føroyum er bert ein slíkur koyristólur í Føroyum í løtuni, og verður hann brúktur av einum badmintonleikara.

“Vit í Parasport Føroyum eru sera takksom fyri gávuna frá Lions Vágar.
Vit eru í gongd við at útvega okkum ymiska útgerð, soleiðis at øll skulu hava møguleikan at royna seg í ítrótti, uttan mun til kroppsligar avbjóðingar.
Við einum slíkum koyristóli kunnu fleiri royna seg, og er vónin at onkur teirra hevur hug at halda fram við ítróttinum” segði Egga Jensen, formaður í Parasport Føroyum.