Parasport Føroyar hevur nakrar íðkarar, sum íðka frælsar ítróttir og vilja røkka longri. Tað kunnu teir eisini. Teir venja í Hvirluni saman við øðrum ungum, men hava tørv á einum millumliði, sum virkar fyri, at venjing og samskifti millum høvuðsvenjaran og íðkararnar eru so munagóð, sum gjørligt.

Vit vænta, at tú:-

– ert skipaður, álítandi og møtir upp til ásetta tíð

– hevur góð samskiftisevni, dugir at orða teg fjølbroytt, viðhvørt stutt og greitt, men eisini frágreiðandi. Tú skalt kunna vera avgjørdur, men eisini duga at fara við mjúkum.

– hevur góð eygleiðingarevni

– hevur áhuga og royndir við frælsum ítróttum ella øðrum ítrótti

– hevur námsfrøðiligt, sosialt og menniskjaligt hegni

– tímir at fáast við ungfólk

– vilt gera tær nakrar læru- og námsfrøðiligar royndir, sum tú sjálvur vilt byggja víðari á og gruna yvir

– sært eitt ávíst virði í sjálvbodnum arbeiði

Vit bjóða tær:

  • Eina uppgávu, ið bæði er persónliga og fakliga mennandi, um tú arbeiðir við fólki ella ert undir útbúgving, ið hevur við menniskjaligar relatiónir at gera.
  • Útbúgving – tú sleppur á venjaraskeið og onnur viðkomandi skeið
  • Samsýning – eftir avtalu
  • Gleðina við at geva øðrum og síggja, hvussu stóran mun tú kanst gera

Setanarviðurskifti:
Venjing 2-3 ferðir um vikuna fram til 1. juli 2020, við møguleika at leingja.
Tú skalt serliga møta upp til venjing, fylgja upp og verða fyrireikaður til tína uppgávu. T.v.s. at tú skalt møta áðrenn og enda aftaná, at sjálvur venjingartímin er.
Eisini kann vera, at tú skalt vera við til kappingar, sum eru um kvøldið mitt í viku ella um vikuskiftið. Alt eftir, hvussu leikur fer, kann koma upp á tal at fara uttanlands.

Umsøkjarar skulu senda umsókn til parasport@parasport.fo í seinasta lagi 1. novembur 2019.

Um tú hevur spurningar um starvið kanst tú skriva til trondur@parasport.fo ella ringja 217975