Tað er nú greitt at Special Olympics Heims-vetrarleikirnir verða í Åre, Østersund í Svøríki í 2021.

Parasport Svøríki hevur gjørt eina heimasíðu við kunnning um vetrarleikirnar https://swe2021.org/

7 ítróttargreinar, fjallaskíing, listskoyturenning, langrenn, snowboard, speed skoyturenning, snowshoeing og floorball, verða á leikunum, ið ongantíð hava havt umboðan úr Føroyum enn.

Fyrireikararnir vænta 2880 ítróttarfólk úr 105 londum.

Tær mest áhugaverdu ítróttargreinarnar fyri okkum føroyingar eru helst floorball (ella tað ið summi rópa hockey) og snowshoeing, ið er kapprenning við serligum kavaskóm á fótunum – hesar ítróttargreinar kunnu sagtans verða íðkaðar í Føroyum: floorball í fimleikarhallum og snowshoeing á sandi.

Hetta er 12. ferð at skipað verður fyri heims-vetrarleikum, og bert triðjuferð at leikirnir eru í Europa.

Um onkur iðkari er, ið íðkar nakra av ítróttargreinunum ið eru nevndar omanfyri, ber til at seta seg í samband við Parasport at frætta um møgulleikan fyri luttøku á vetrarleikunum.