Sonni Djurhuus ið hevur verið ein av drúgvastu venjarunum, og hollastu stuðlunum hjá Parasport hevur boðað frá at hann nú gevst sum venjari eftir 17 ára tænastu.
Sonni kom í samband við ÍSB í 2002 tá hann gekk á Lærarakúlanum.
Hóast Sonni hevur eina bakgrund í fótbólti, játtaði hann at taka sær av frælsum ítrótti fyri ÍSB.
Fyrsta uppgávan var at venja íðkarar til fyrstu Special Olympics World Games, ið skuldu verða í Írlandi í 2003.
Vant var tá mest á fløtuni við venjingarskúlan.
Sonni hevur øll árini havt ábyrgd av frælsum ítrótti, og hevur hann gjørt hetta við nærleika og av fullum hjarta.
Á lítlari samkomu hósdagin takkað Egga Jensen, formaður, Sonna fyri drúgva tænastu.
Takk fyri gott samstarv Sonni, og blíðan byr.