Parasport Føroyar og Skemman hava í vikuni gjørt nýggja stuðulsavtalu.
Skemman hevur verið ein av høvuðsstuðlunum hjá Parasport síðani 2002, og er nýggja avtalan galdandi komandi trý árini – til 2020.
Seinastu tíðina hevur Parasport arbeitt við at endurnýggja samleikan, við nýggjum navni, nýggjari heimasíðu og við, í samstarvi við onnur, at bjóða fleiri ítróttargreinir.
Hetta krevur sjálvandi nógva orku og kostar pening. Tí er tað sera avgerðandi, og hugaligt, at Skemman velur at halda fram at stuðla føroyskum para ítrótti.