Seinastu vikuna hevur Signa Vár Dávadóttir Næs Joensen kappast í para-svimjing í INAS Global Games í Brisbane, Australia.
INAS stendur fyri “altjóða ítróttarsambandið fyri úrvals (elitu) ítróttarfólk við menningarórógvi”, og er hetta fimtu ferð at tey skipa fyri Global games.
Umleið 1000 luttkakarar úr 50 londum luttaka í leikunum ið byrjaðu 12. Oktobur og enda í morgin 19. Oktobur.

Signa Vár hevur kappast í 10 svimjigreinum, og hevur hon vunnið heili 9 heiðursmerkir, 3 gull og 6 silvur, umframt at hon var nummar 2. í 200m blandaðari svimjing.

Úrslitini vóru hesi:

50 m frí, 32:95, tilmeldingartíð 34:42  – Silvur
200 m blandað, 3:05.45, tilm. 3:10.62– non medal event
100 m rygg, 1:25.29, tilm. 1:28.05,– Gull
100 m bringa,1:38.17, tilm. 1:47.11  – Silvur
50 m rygg 39.46, tilm. 40.77  – Gull
200m frí, 2:38.48, tilm. 2:43.90- Silvur
50m firvald, 35.84, tilm. 0:37,92 -Silvur
100m Firvald 1:23.32, tilm. 1:23.15 – Gull
100m frí 1:12.09, tilm. 1:11,98 – Silvur
50m bringa 0:45.44, tilm. 0:47,55 – Silvur

Signa Vár hevur seinastu nógvu árini svomið í Havnar Svimjifelag, men seinastu mánaðirnar hevur hon gingið á ítóttareftirskúlanum í Vági, og hevur vant undir leiðslu av Jón Bjarnason eisini, so treytirnar at fyrireika seg til kappingina hava verið góðar.
Hon hevur svomið persónligar bestu tíðir á langgeil í nærum øllum kappingargreinum, so hon og venjari hennara á ferðini, Barbara Holm,  eru sera vælnøgdar við kappingina.

Heimferð teirra byrjar í morgin, og verða lenda tær í Vágum sunnudagin kl 1340.

Niðanfyri er mynd av Signu Vár við øllum heiðursmerkjunum.