07.06.2018 Høvdu serbreytirnar hjá Miðnámsskúlunum ítróttardag.

Hesuferð var ítróttardagurin hildin við Djúpumýru í Klaksvík, og var tað serbreytin hjá Tekniska skúla í Klaksvík ið stóð fyri.

Fleiri enn 30 næmingar luttóku í ítróttardegnum ið byrjaði við morgunmati í ítróttarhøllini.

Síðani var byrjað uppá kroppsligu aktivitetirnar, ið vóru upphiting, kappgongd, kapprenning, styrkikapping og forðarenning.

Eftir døgurða var hildið fram við postarenning, og var Parasport ferðasteypið latið vinnarunum, ið hesuferð var serbreytin á Glasi

Hetta er annað árið at tiltakið er, seinast var tað á Svangaskarði.

Ein frálíkur dagur við Djúpumýru, har sólin kagaði fram, og øll tyktust hugna sær.