Parasport Føroyar og Skemman hava gjørt nýggja trý ára samstarvsavtalu.

Skemman hevur verið ein av høvuðsstuðlunum hjá Parasport síðani 2002, og er nýggja avtalan galdandi til 2023.
Hóast korona sjálvandi eisini ávirkar altjóða virksemi hjá Parasport, koyrir virksemi í Føroyum við fullari megi.

Arbeitt verður áhaldandi við upplýsing, rekrutering, venjing, útbúgving og kapping, og fegnast vit um at vit seinastu tíðina hava sæð fleiri nýggj andlit í virkseminum, eins og flestu av teimum ið hava verið við eina tíð halda fram.

Tað krevur orku og fígging at halda virksemi koyrandi, og fegnast vit um samstarvsavtaluna við Skemmuna ið er við at halda virksemi í einari tryggari legu næstu trý árini.

Parasport Føroyar- Øll kunnu íðka