Sum vit áður hava skrivað her á síðuni, so hevur Parasport fingið ein ítróttarkoyristól frá Lions Vágar.
Hesin stólurin er nú komin, og vit bjóða fólki at royna hann, við vón um at tey hava hug at byrja at venja regluliga.
Í fyrstu atløgu kunnu áhugað royna stólin í samband við felags badmintonvenjingarnar ið liggja hvønn leygardag í ólíka viku.
Um onkur hevur áhuga at royna stólin, ber til at seta seg í samband við okkum, antin á t-posti parasport@parasport.fo, ella á telefon 217975.
Man bindur seg ikki til nakað við at royna stólin, og hann kann eisini lánast út til onkran ið hevur áhuga at íðka við honum.

Vit vóna at frætta frá tykkum.