Nú skipa vit fyri regluligum RaceRunning venjingum.
Parasport hevur gjørt avtalu við íðkaran og venjaran í frælsum ítrótti, Gunnar Sivertsen, ið kemur at taka sær av regluligum Racerunning savningum.
Fyrsta venjingin var í ítróttarhøllini í Runavík, fríggjadagin 12. januar, og fleiri venjingar verða kunngjørdar í næstum.
RaceRunning er ítróttur fyri fólk við avmarkaðum flytføri og balansutrupulleikum.
Racerunning gevur m.a. fólki ið vanliga eru bundin av koyristóli, høkjum ella rollatori, møgulleika at sleppa avstað við egnari megi, og gevur sjálvt teimum ið eru allarmest tarnaði av breki, eina kenslu av at flyta seg frítt og renna.
Parasport hevur fingið nakrar RaceRunning súkklur frá hjálparfelagsskapinum Kiwanis, ið fólk kunnu sleppa at royna ella lána.
Setið tykkum í samband við okkum á parasport@parasport.fo ella á telefon 217975 vissi tit vilja vita meira, ella royna eina av Racerunning súkklunum.