Hevur tú, ella kennir tú onkran ið kundi havt, áhuga í at seta í gongd ítróttarvirksemi til fólk við menningartarni í Klaksvík ella Suðuroy?
Í fyrstu atløgu er talan um 1 ára royndarverkætlanir við venjing eina til tvær ferðir um vikuna, við møguleika fyri at átakini halda fram eftir hetta.
Vit hugsa fyrst og fremst um boccia, men fótbóltur, svimjing, badminton ella borðtennis kunnu eisini verða ein møguleiki.
Vit leita eftir fólkum ið hava áhuga at arbeiða við fólki við menningartarni, og sum kunnu arbeiða sjálvstøðugt.
Royndir við ávísa ítróttinum er fyrimunur, men ikki krav.
Parasport tekur sær av upplæring har hetta er neyðugt.
Løn eftir avtalu.

Vilt tú vita meir um uppgávurnar?
Ring so til ítróttarráðgevan hjá Parasport á 217975, ella skriva til trondur@parasport.fo