Fríggjadagin var móttøka fyri innbodnum á Hotel Hafnia, har hátíðarhald var, nú 40 ár eru liðin, síðani Parasport Føroyar – fyrr ÍSB – varð sett á stovn.

Hóskvøldið 10. apríl í 1980 var ein søgulig løta, tí tað kvøldið varð sett á stovn nýtt sersamband, ið fekk heitið Ítróttarsambandið fyri brekað, stytt ÍSB. Í fyrstu nevndina komu tey trý, sum eisini høvdu tikið stig til ÍSB, og vóru tey Egga Jensen, Eyðdis Eidesgaard og Jón á Steig.

Seinnapartin fríggjadagin varð hátíðarhald fyri innbodnum á Parnassinum á Hotel Hafnia í Havn, har 40 gestir saman kundu fegnast um tey 40 farnu árini hjá ÍSB, sum nú eitur Parasport Føroyar. Óivað kundu gestirnir verið fleiri í tali, men koronutilmælini noyddu vertirnar at avmarka talið, so bara “tey allarnæstu” vóru boðin við.

– Eg minnist ikki, hvussu langt fram í tíðina vit sóu tá, men eg haldi ikki, at hvørki norðurlendsk, europeisk ella heimsmeistaraheiti vóru tað, vit hugsaðu mest um. Ei heldur paralympisk heiðursmerki vóru nakað, sum vit sóu fyri okkum, segði Egga Jensen, ið hevur verið formaður øll 40 árini, í røðu síni.

Mong heiðursmerki

Parasport Føroyar byrjaði við svimjingini og síðani løgdust aðrar ítróttargreinar aftrat so við og við, og í dag hevur Parasport Føroyar fólk, sum íðka fótbólt, frælsan ítrótt, borðtennis, badminton, boccia, fimleik, racerunning og triathlon.

– Vit hava ikki bert verið við fyri at læra, sum so ofta verður sagt. Nei, okkara ítróttarfólk hava vunnið mong heiðursmerki. Vit hava verið við í nøkrum av teimum allarstørstu ítróttartiltøkunum, har Merkið hevur veittrað millum 159 onnur og okkara tjóðsangur hevur rungað, meðan okkara ítróttarfólk hava staðið ovast á sigurspallinum, segði Egga Jensen millum annað.

– Móttøkan í samfelagnum av paraítróttinum hevur verið ógvuliga jalig frá fyrsta degi. Eingin hugsaði tann tankan, at fólk við breki kundu vera við í onkrari ítróttargrein – og als ikki á hægri stigi. Okkara ítróttarsamband var ein eygnaopnari fyri tað føroyska samfelagið í so máta, og bæði tann menniskjansligi og fíggjarligi stuðulin hevur vart við líka síðani, og tað eru vit sjálvandi ógvuliga takksom fyri.

Øll kunna íðka

Eisini forsetin í Ítróttarsambandi Føroya, Elin Heðinsdóttir Joensen, helt røðu og rundaði hana av við at handa Egga Jensen heiðurskrossin frá ÍSF, sum er hægsti heiður, tú kanst røkka í føroyskum ítrótti. Men áðrenn tað fekk Parasport Føroyar eina kvøðu frá henni vegna føroyskan ítrótt:

– Stovningardagurin tykkara er ein týðandi varði í føroyskari ítróttarsøgu. Tað var tá, vit her á landi veruliga staðfestu og gjørdust tilvitað um, at í Føroyum skulu øll kunna íðka ítrótta – sama, hvørjar avbjóðingar, tann einastaki hevur, segði hon í røðu síni.

– Paraítrótturin gav føroyingum sínar fyrstu heimsmeistarar, sum vóru Katrin Dagbjartsdóttir (tá Johansen) og Kristina Næss, sum vunnu heimsmeistaraheiti í Göteborg í 1986, seks ár eftir at sersambandið var stovnað. Og tá paralympiska sambandið, IPC, varð sett á stovn í 1989, vóru Føroyar ein av stovnarunum saman við 55 øðrum londum.

Restin er líkasum søga, og nevnast kann, at Føroyar tilsamans hava vunnið 13 heiðursmerki á Paralympisku leikunum, og síðani 2002 hava Føroyar eisini við góðum úrslitum verið við til Special Olympics.