Fyri at fáa stuðul ella kunna verða úttikin til lands ella úrvalslið er neyðugt at ítróttarfólkið er limur í einum felagið ið er limur í Parasport Føroyum.
Limir í Parasport Føroyum kunnu verða:

Ítróttarsambond- og feløg fyri fólk ið bera brek

Ítróttarfeløg og felagsskapir við deildum fyri fólk ið bera brek

Deildir innan ítróttarfeløg og feløg, ið arbeiða við fólki ið bera brek.

Um títt felag ikki er limur í Parasport Føroyar er neyðugt at tað setur seg í samband við okkum at melda seg til.
Feløg ið frammanundan eru limir í einum øðrum sersambandi, kunnu tekna serligan atlimaskap.