Um føroysku paralympisku nevndina, NPC Faroe Islands

Limir í paralympisku nevndini eru nevndarlimirnir í Parasport Føroyum.
Uppgávan hjá nevndini er at avgerða viðurskifti og uppgávur ið hava við paralympiskan ítrótt at gera, og at umboða Føroyar í altjóða viðurskiftum.
Ítróttarráðgevin hjá Parasport Føroyum er aðalskrivari í paralympisku nevndini, og útinnir avgerðir ið nevndin samtykkir.
Aðalskrivarin hevur eisini stóran leiklut í altjóða virkseminum, og luttekur á fundum.

Paralympiska nevndin hevur fund umleið einaferð um mánaðin.