Um Parasport Føroyar
Parasport Føroyar hevur til endamáls:
- At menna og fremja rørslu-, uppvenjingar- og kappingarítrótt, ið viðvíkur
støðuni hjá tí ið ber brek. - At arbeiða við at seta á stovn feløg fyri fólk ið bera brek kring alt landið.
- At arbeiða fyri, at allur ítróttur innan Parasport Føroyar verður íðkaður undir kønari leiðslu og undir góðum umstøðum.
- At skipa fyri venjara- og leiðaraútbúgvingarskeiðum.
- At bera út kunnleika um ítrótt og heilsumál við seturskúlum, fyrilestrum og øðrum.
- At skipa fyri kappingum, ítróttastevnum v.m.
- At arbeiða fyri samstarvi millum Parasport Føroyar og skúlaítróttin.
- At arbeiða fyri samstarvi við hini norðurlondini og altjóða felagsskapir fyri fólki ið bera brek.
- At vera ráðgevi, tá ið ítróttaøki, svimjihyljar, skúlar og annað skulu byggjast, so at hugsað verður um tey ið bera brek.
Nýggj/ur í Paraítrotti?
Hugsar tú um at royna onkran itrótt, ella vilt tú bara hoyra meir um hvørjir møgulleikar eru fyri júst teg?
Fyll so teigarnar niðanfyri út, so vit kunnu seta okkum í samband við teg at tosa um hvat tú hevur hug til, og hvat hóskar til júst tín.
Fyll so teigarnar niðanfyri út, so vit kunnu seta okkum í samband við teg at tosa um hvat tú hevur hug til, og hvat hóskar til júst tín.