6 Føroysk heiðursmerkir á Malmø Open

Føroysku luttakararnir í Malmø Open kappingini fingu væl burturúr luttøkuni. 6 heiðursmerki, bleiv tað til í alt. Áki Joensen vann silvur í bocciakappingini, og Signa Vár Dávadóttir vann 4 silvur, og eitt bronsuheiðursmerki. Hinir svimjararnir, Ári Muller, Laura Jansdóttir og Ábraham Norðgerð fingu góðar royndir í altjóða kapping. Svimjararnir komu heimaftur sunnukvøldið, og Áki fór…

Vís meira

Antidoping Danmark vitjar ÍSF

Anti-Doping Danmark vitjar ÍSF: M.a. verður ein almennur fyrilestur hóskvøldið 15. februar Í døgunum 14.-16. februar 2018 fær ÍSF vitjan av Anti-Doping Danmark.  Í fylginum verða Micheal Ask, stjóri í Antidoping Danmark, Jesper Frigast Larsen, Annemarie Haar Kristensen ogThomas Kamm Ringsted. Mikudagin 14. februar verður skipað fyri einum námsskeiði fyri ser- og menningarsambondini í ÍSF.  Evni sum skyldur og miðling, umframt strategi í mun til anti-doping eru á breddanum. Hósdagin verður fundur við Fótbóltssambandið um match-fixing í mun til m.a. altjóða reglur og útbúgvingarverkætlanir. Eisini verður tosað við politisku myndugleikarnir um m.a. dopingeftirlituttanfyri ÍSF, sum t.d. á fitness-støðum. Tey fimm dopingeftirlitsfólkini í Føroyum fáa eisini undirvísing og skulu til eina lítla próvtøku. Hóskvøldið kl 19.00-20.30 er almennur fyrilestur um doping og match-fixing í Smæruni (Tórshavn) Jesper Frigast Larsen frá Antidoping Danmark og Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF, fara fyrst at umrøða, hvat matchfixing er og hvat FSF ger fyri at fyribyrgja matchfixing í Føroyum. Magni Mohr, granskari, fer at…

Vís meira

Parasport gjørt avtalu við Racerunning venjara

Nú skipa vit fyri regluligum RaceRunning venjingum. Parasport hevur gjørt avtalu við íðkaran og venjaran í frælsum ítrótti, Gunnar Sivertsen, ið kemur at taka sær av regluligum Racerunning savningum. Fyrsta venjingin var í ítróttarhøllini í Runavík, fríggjadagin 12. januar, og fleiri venjingar verða kunngjørdar í næstum. RaceRunning er ítróttur fyri fólk við avmarkaðum flytføri og…

Vís meira

Úrslit frá jólasvimjikappingini hjá Parasport

Aftur í ár var ein frálík jólasvimjikapping í svimjihøllini í Gundadali 25 svimjarar høvdu meldað til, og var tað hugaligt at síggja onkrar nýggjar svimjarar eisini. Serliga hugaligt var at skjótasti svimjarin, Signa Vár Dávadóttir tók tvey persónlig met í kappingini. Úrslitini  háttaðu seg soleiðis: Kapping nr Geil Svimjigrein svimjari Tilmeldingartíð Tíð Úrslit 1 100…

Vís meira

Tríggir føringar luttaka í NM í parasvimjing í Íslandi

Hetta vikuskifti er norðurlendsk meistarakapping í parasvimjing á í Íslandi. Parasport Føroyar hevur sent tríggjar svimjarar at luttaka hesuferð, í trimum ymiskum bólkum. Tey eru Krista Mørkøre, ið svimur í sterkastu bólkunum fyri fólk við rørslutarni, Abraham Norðgerð ið svimur í bólki fyri menningartarni, og Eyð Patursson ið svimur í bólki fyri fólk við Down…

Vís meira