Andrew Parsons nýggjur forseti í IPC

Á aðalfundinum sum var hildin í Abu Dhabi 7. og 8. september var Brasiliumaðurin Andrew Parsons valdur nýggjur forseti í IPC. Andrew Parsons var valdur framum danan John Petersson, canadiumannin Patrick Jarvis og kinesaran Haidi Zhang. “Eg eri ovurfegin, og veit ikki hvat eg skal siga. Eg vil takka limafeløgunum fyri stuðlin” segði Parsons, ið…

Vís meira

FM í frælsum ítrótti fyri para íðkarar

Fríggjadagin 25.08.17 var árliga FM kappingin í frælsum ítrótti hjá Parasport Føroyum hildin á Tórsbreyt í Havn. Kappast var í 100, 200 og 400 m, renning hjá kvinnum og monnum. Eisini var kappast í Kúlukasti og longdarlopi hjá kvinnum og monnum. Úrslitini vóru hesi: 100 m, kvinnur: 1. Meiken Olsen 18,47 2. Marianna Guttesen 23,69…

Vís meira

Tilmelding til kvøldskúlan í Tórshavn

Tilmeldingin til skeiðini komandi vetur hjá Kvøldskúlanum í Tórshavn letur upp mánadagin 28. august kl 18. Tilmeldingin fer fram á www.kvoldskulin.fo Tað er týdningarmikið at meldað verður til beinanvegin, tí mangan gerast skeiðini full beinanvegin, ella vandi kann verða fyri at skeið detta burtur vegna ov lítið luttakaratal. Ítróttarskeiðini komandi vetur eru: Fótbóltur, Svimjing, Borðennis,…

Vís meira

Nýggj heimasíða

Ítróttarsambandið Fyri Brekað (ÍSB) hevur skift navn, og eitur nú Parasport Føroyar. Í tí sambandi hava vit fingið nýggja heimasíðu, nýtt búmerki og nýggjan teldupostbústað Nýggi telduposturin er parasport@parasport.fo Vónandi taka øll væl ímóti nýggja navninum og heimasíðuni.

Vís meira