Tríggir føringar luttaka í NM í parasvimjing í Íslandi

Hetta vikuskifti er norðurlendsk meistarakapping í parasvimjing á í Íslandi. Parasport Føroyar hevur sent tríggjar svimjarar at luttaka hesuferð, í trimum ymiskum bólkum. Tey eru Krista Mørkøre, ið svimur í sterkastu bólkunum fyri fólk við rørslutarni, Abraham Norðgerð ið svimur í bólki fyri menningartarni, og Eyð Patursson ið svimur í bólki fyri fólk við Down…

Vís meira

Jannie Hammershøi endurvald forkvinna í IBSA

Sumbiarkvinnan Jannie Hammershøi, ið er limur í nevndini hjá Parasport Danmark, var leygardagin endurvald forkvinna í altjóða felagsskapinnum fyri blindaítrótt,  IBSA. Jannie, ið hevur verið forkvinna síðani 2013, vann kampvalið í Rumenia í fyrstu rundu, við 26 atkvøðum av 48. Harvið verður Jannie sitandi sum forkvinna næstu fýra árini. “Eg eri sera fegin um afturvalið.…

Vís meira

Skemman hevur longt stuðulsavtaluna við Parasport

Parasport Føroyar og Skemman hava í vikuni gjørt nýggja stuðulsavtalu. Skemman hevur verið ein av høvuðsstuðlunum hjá Parasport síðani 2002, og er nýggja avtalan galdandi komandi trý árini – til 2020. Seinastu tíðina hevur Parasport arbeitt við at endurnýggja samleikan, við nýggjum navni, nýggjari heimasíðu og við, í samstarvi við onnur, at bjóða fleiri ítróttargreinir.…

Vís meira

Hávard Vatnhamar vann bronsu í altjóða Paratriathlon kapping í U.S.A.

Hávard Vatnhamar (41) vann, sum fyrsti føroyingur nakrantíð, bronsu heiðursmerki í altjóða Paratriathlon kapping. Hetta hendi í Sarasota í Florida í gjár, 8. oktober tá ITU skipaði fyri Paratriathlon World Cup. Hávard, sum býr og venur í Danmark, er helst einasti Føroyingur ið íðkar Paratriathlon, og var hendan kappingin eitt stig á leiðini hjá honum…

Vís meira

Kí bjóðar til fótbóltstiltak fyri øll

Tíðindaskriv frá KÍ: Fríggjadagin tann 29. september kl. 15:00 skipar KÍ fyri tiltakinum “Fótbóltur fyri øll”. Tiltakið er fyri øll tey sum hava hug at sparka og møta til eina jaliga hugnaløtu. Fyri tey luttakandi verður løtan ókeypis. Vit koma hava fleiri tiltøk á vøllinum samstundis, har venjarar við útbúgving koma mynda akitivitetirnar. Tiltakið endar…

Vís meira

Innbjóðing til fótbóltskapping

Hósdagin 28.09 kl 1330 skipar Parasport saman við FSF fyri Unified fótbóltskapping á Tórsvølli. Tiltakið er partur av grassroots tiltøkunum sum FSF skipar fyri alla vikuna. At kappingin er Unified (sameind) merkir at fólk við og uttan menningartarn ella aðrar mentalar avbjóðingar spæla saman. Endamálið er at sameina fólk gjøgnum ítrótt, og at skapa vitan…

Vís meira