Innbjóðing til almenna móttøku

Á aðalfundinum hjá Parasport Føroyar ið var 6. Mars, boðaðu Jón á Steig og Johan Samuelsen frá at teir ikki taka við afturvali. Jón á Steig var ein av stovnarunum av ÍSB í 1980, og hevur sostatt sitið í nevndini í útvið 38 ár. Johan Samuelsen kom uppí nevndina í 1983, og hevur verið við…

Vís meira

Føroysk luttøka í altjóða para-badminton kapping.

Á fyrsta sinni luttaka føroyingar í altjóða Para-Badminton kapping. Tað eru Vilhelm Clementsen (19 ár) og Eydna Mouritsen (13 ár) ið skulu kappast í Spanish Para-badminton International, ið verður á Mallorca 6.-11. Mars. Parasport Føroyar hevur í eitt gott ár samstarvað við Havnar badmintonfelag og Badminton sambandið um felags para-badminton venjingar, og verður nú ein…

Vís meira

6 Føroysk heiðursmerkir á Malmø Open

Føroysku luttakararnir í Malmø Open kappingini fingu væl burturúr luttøkuni. 6 heiðursmerki, bleiv tað til í alt. Áki Joensen vann silvur í bocciakappingini, og Signa Vár Dávadóttir vann 4 silvur, og eitt bronsuheiðursmerki. Hinir svimjararnir, Ári Muller, Laura Jansdóttir og Ábraham Norðgerð fingu góðar royndir í altjóða kapping. Svimjararnir komu heimaftur sunnukvøldið, og Áki fór…

Vís meira

Antidoping Danmark vitjar ÍSF

Anti-Doping Danmark vitjar ÍSF: M.a. verður ein almennur fyrilestur hóskvøldið 15. februar Í døgunum 14.-16. februar 2018 fær ÍSF vitjan av Anti-Doping Danmark.  Í fylginum verða Micheal Ask, stjóri í Antidoping Danmark, Jesper Frigast Larsen, Annemarie Haar Kristensen ogThomas Kamm Ringsted. Mikudagin 14. februar verður skipað fyri einum námsskeiði fyri ser- og menningarsambondini í ÍSF.  Evni sum skyldur og miðling, umframt strategi í mun til anti-doping eru á breddanum. Hósdagin verður fundur við Fótbóltssambandið um match-fixing í mun til m.a. altjóða reglur og útbúgvingarverkætlanir. Eisini verður tosað við politisku myndugleikarnir um m.a. dopingeftirlituttanfyri ÍSF, sum t.d. á fitness-støðum. Tey fimm dopingeftirlitsfólkini í Føroyum fáa eisini undirvísing og skulu til eina lítla próvtøku. Hóskvøldið kl 19.00-20.30 er almennur fyrilestur um doping og match-fixing í Smæruni (Tórshavn) Jesper Frigast Larsen frá Antidoping Danmark og Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF, fara fyrst at umrøða, hvat matchfixing er og hvat FSF ger fyri at fyribyrgja matchfixing í Føroyum. Magni Mohr, granskari, fer at…

Vís meira

Parasport gjørt avtalu við Racerunning venjara

Nú skipa vit fyri regluligum RaceRunning venjingum. Parasport hevur gjørt avtalu við íðkaran og venjaran í frælsum ítrótti, Gunnar Sivertsen, ið kemur at taka sær av regluligum Racerunning savningum. Fyrsta venjingin var í ítróttarhøllini í Runavík, fríggjadagin 12. januar, og fleiri venjingar verða kunngjørdar í næstum. RaceRunning er ítróttur fyri fólk við avmarkaðum flytføri og…

Vís meira

Úrslit frá jólasvimjikappingini hjá Parasport

Aftur í ár var ein frálík jólasvimjikapping í svimjihøllini í Gundadali 25 svimjarar høvdu meldað til, og var tað hugaligt at síggja onkrar nýggjar svimjarar eisini. Serliga hugaligt var at skjótasti svimjarin, Signa Vár Dávadóttir tók tvey persónlig met í kappingini. Úrslitini  háttaðu seg soleiðis: Kapping nr Geil Svimjigrein svimjari Tilmeldingartíð Tíð Úrslit 1 100…

Vís meira