Góður men avbjóðandi fyrsti dagur hjá Eydnu.

Í gjár 15/10 var fyrsti kappingardagur hjá Eydnu í Denmark para-badminton international kappingini. Hóast Eydna tapti báðar dystirnar, so er týðilig framgongd at hóma.Fyrrapart spældi hon ímóti einari damu úr Russlandi, nr. 6 á heimsstyrkilistanum, og eysæð var at hendan hevði nógvar royndir og er sera sterk.Seinnapart spældi hon ímóti einari damu úr Brasilia, og…

Vís meira

Avbera góð úrslit í Brisbane

Nú annar kappingardagur er komin at enda í Global Games í Brisbane er greitt at Signa Vár aftur í dag hevur staðið seg sera væl kappingini um heiðursmerkini.Higartil hevur Signa Vár vunnið tvey gull og tvey silvurheiðursmerki og verið nummar tvey í 200m blandaðari svimjing (non medal event), og hevur hon svomið persónligar bestu tíðir…

Vís meira

SIGNA VÁR TIL REIÐAR TIL INAS GLOBAL GAMES

Signa Vár Dávadóttir Næs Joensen skal í døgunum 12.-19. oktobur umboða Føroyar í heimsins størstu ítróttarkapping fyri úrvalsítróttarfólk við menningarórógvi. Tað er fimtu ferð at INAS (The International Federation For Athletes With Intellectual Impairments) heldur Global Games, men tað er fyrstu ferð at Føroyar eru umboðaðar.Landsliðsvenjarin í svimjing, Barbara Holm, hevur úttikið Signu Vár Dávadóttir…

Vís meira

Sonni givin sum venjari hjá Parasport

Sonni Djurhuus ið hevur verið ein av drúgvastu venjarunum, og hollastu stuðlunum hjá Parasport hevur boðað frá at hann nú gevst sum venjari eftir 17 ára tænastu.Sonni kom í samband við ÍSB í 2002 tá hann gekk á Lærarakúlanum.Hóast Sonni hevur eina bakgrund í fótbólti, játtaði hann at taka sær av frælsum ítrótti fyri ÍSB.Fyrsta…

Vís meira

Parasport bjóðar til tiltak fyri fólk við CP

Leygardagin 28. Septembur bjóðar Parasport til tiltak fyri fólk við CP í ítróttarhøllini á skúlanum við Løgmannabreyt.Endamálið við tiltakinum er at kunna um gagnligu ávirkanina av at verða kropsliga virkin, um hvørjir ítóttir eru væl egnaðir til hendan málbólkin, og høvið verður eisini at royna onkra ítróttargrein. Tiltakið er ætlað fóki við ymiskum stigum av…

Vís meira

Ítróttarfelagið Svanur 10 ár

Mánadagin 16. septembur fer ítróttarfelagið Svanur at hátíðarhalda 10 ára dagin, við einum stórum ókeypis Betri ítróttartiltaki í Bylgjuni í Runavík – seinni verður móttøka í Skótahúsinum við Løkin. Til Betri ítróttardagin verður møguleiki at royna seg í fótbólti, florball (hockey), fimleiki, pílablásing og hondbólti. Orkestið Ælabogin kemur at spæla nøkur løg, og eisini fer…

Vís meira

Tilmeldingin til Tórshavnar kvøldskúla er nú opin.

Tilmeldingin til skúlaárið 2019/20 letur upp mánadagin 26. august kl. 18.00 og endar sunnudagin 1. september 2019.  Í vetur bjóðar kvøldskúlin hesar ítróttargreinar til fólk við skerdum førleika. Mánadag: Svimjing í Gundadali fyri fólk við menningartarni kl 1700-1855 (hetta er svimjingin sum fyrr hevur verið mikudag kl 17)Svimjing í Gundadali fyri fólk við rørslutarni kl 1700-1855 (hetta…

Vís meira

Eydna Mouritsen luttekur í HM í Para-badminton

Í dag byrjar HM í Para-badminton í Basel í Sveis.Eydna Mouritsen, (Miðvágs badmintonfelag) sum seinastu tvey árini hevur vant og kappast í Para-badminton í bólkinum fyri koyristólsbrúkarar er fyrsti føringur ið luttekur í hesari stóru kapping.Eydna hevur kvalifiserað seg til kappingina við at luttaka í altjóða Para-badminton kappingum seinasta hálvtannað árið, men tað eru ikki meir…

Vís meira