Fótbóltur

Um ítrottargreinina
Í 2015 vóru Special Olympics World Games í Los Angles, og bar á fyrsta sinni í samstarvi við Fótbóltssambandið Føroyar til at senda eitt lið til kapping.
Síðani hetta hevur Parasport javnan skipað fyri regluligum úttøkuvenjingum, og eisini luttikið í kappingum m.a. í Íslandi.
Hvussu komi eg í gongd
Eisini hava kvøldskúlin í Klaksvík, Tórshavnar kvøldskúli og kvøldskúlin á Nesi fótbólt fyri fólk við meningartarni á teirra vetrarskrá.
Special Olympics Føroyar (ið er deild undir Parasport Føroyar) skipar fyri úttøku og felagsvenjingum, og úttekur lið til kappingar í útlandinum.
Um tú ert áhugaður at koma til úttøku og felagsvenjing er neyðugt at tú setur teg í samband við Parasport Føroyar fyri at vit kunnu geva tær boð tá tiltøk eru.
Klassifisering / flokking
Fótbóltur fyri fólk við menningartarni (ella Special Olympics fótbóltur), CP fótbóltur (fótbóltur fyri fólk við spastiskum lammilsi), fótbóltur fyri blind/sjónveik og koyristólsfótbóltur.
Vit hava í Føroyum bert lið fyri fólk við menningartarni. (2017)
Met 2016
Met 2015
1 (234) 987-654
Met 2015
1 (234) 987-654