Boccia

Um ítrottargreinina

Boccia er spæl ið øll kunnu luttaka í. Tað ræður í stuttum um at tveir einstaklingar ella tvey lið hava 6 bóltar í hvør sínum liti (bláum ella reyðum) og royna at kasta sínar bóltar so nær við ein hvítan bólt sum gjørligt, meðan roynt verður at forða mótstøðuleikaranum at kasta sínar bóltar nærri hvíta bóltinum.

Soleiðis kemur tú í gongd

Feløgini Smæran og Svanur skipa javnan fyri bocciakappingum. Hesar verða lýstar á heimasíðum og facebook síðum teirra.

Fleiri kvøldskúlar kring landið skipa fyri skeiðum/venjingum í boccia fyri fólk við menningartarni.

Kvøldskúlin á Strondum og Tórshavnar kvøldskúli skipa fyri skeiðum/venjingum í boccia fyri fólk við rørslutarni.

Parasport Føroyar skipar fyri kappingum, og úttøkuvenjingum til kappingar uttanlands.

Klassifisering / flokking

Í paralympiskum høpi er boccia einamest fyri fólk ið hava spastisk lammilsir (CP). Tey ið eru allarmest lammaði eru í einum flokki fyri seg (hetta kann verða fólk ið eru so illa rakt at tey nýta ein pinn at koyra undir ein bólt ið liggur á einari rampu ið er gjørd til endamálið – hesi kunnu hava ein hjálpara at stýra rampuni).

Eisini er flokkur fyri fólk ið eru munandi minni rakt av lammilsi, t.d. seinheilaskadd ið bert hava smávegis trupulleikar at stýra einari hond. Hesi venja og kappast í felagsbólkinum boccia fyri fólk við rørslutarni.

Í Føroyum eru eisini sera nógv fólk við menningartarni ið spæla boccia – hesi venja og kappast undir heitinum boccia fyri fólk við menningartarni.

Met 2016

erg egre erge geg egerg erg erger

Met 2015

1 (234) 567-891
1 (234) 987-654

Met 2015

1 (234) 567-891
1 (234) 987-654

Met 2014

KLiiierge