ítrottir

Slagoriðið hjá Parasport er at “øll kunnu íðka” – og vit kundu næstan lagt afturat “allan ítrótt”
Onki brek er ov stórt, og tað er ongantíð ov seint.

Sum oftast ber til, við eitt sindur av snildi og tillagingum hjá øllum at íðka tann ítrótt tey hava hug til, og eru vit av tí hugsan at øll hava rætt at íðka tann ítrótt tey hava hug til.

Ítróttir ið vit serliga hava traditión fyri at fólk ið bera brek í Føroyum íðka, eru fyrst og fremst svimjing, boccia, frælsur ítróttur (íroknað racerunning), fótbólt, fimleik og borðtennis.

Men vit hava eisini havt íðkarar ið luttóku í bogaskjóting, og akkustiskari skjóting.

Í 2017 byrjaðu vit uppá samstarv við Badmintonsambandið og Havnar badmintonfelag um para badminton, og hevur hetta virkað sera væl.

Eisini er ein einstakur iðkari ið íðkar para triathlon (2017)