Á fundi fyri løtu síðan millum olympisku nevndina (við luttøku av IPC) og Japansku stjórnina, var avgjørt at útseta Olympisku og Paralympisku leikirnar til 2021.
Enn er ikki ásett júst nær leikirnir verða, men avgjørt er at leikirnir verða í seinasta lagi á sumri 2021.

Hvat hetta merkir fyri kvalifikatiónina vita vit ikki enn, men sum støðan er í heiminum er hetta óiva rætta avgerðin.

Tríggjar ferðir hava Olympisku leikirnir verið avlýstir, hvørjuferð vegna kríggj, men hetta er fyrstuferð at leikirnir verða utsettir.