Føroyska paralympiska nevndin hevur fingið nýtt búmerki og navn.

Áður kallaðist nevndin Faroese Paralympic Committee, men hetta er nú broytt til Faroe Islands Paralympic Committee.

Nýggja navnið og búmerki skal gera samleikan greiðari og meir nýmótans.

Tað er Sendistovan ið hevur sniðgivið nýggja búmerki, ið ímyndar eitt lundanev í litunum á Merkinum, saman við Agitos ringunum ið er búmerki hjá altjóða paralympisku rørsluni.