Parasport Føroyar hava framleitt ein film, sum vísir sersambandið úr einum nýggjum sjónarhorni.
Fyrr æt sersambandið ÍSB.
Navnabroytingin og nýggji filmurin umboðar eina nútímansgerð av sersambandinum.
Parasport Føroyar er framvegis sosialt og viðurkennandi, og hetta sæst eisini aftur í slagorðinum – øll kunnu íðka.
Endamálið við filminum er at vísa á Parasport úr einum nýggjum sjónarhorni: Tað ítróttarliga, tað kappingarliga.
Ítróttur fyrst og fremst
„Vit ynskja at fáa nýggjar limir. Við filminum varpa vit ljós á tann ítróttarliga partin. Tað snýr seg um ítrótt, og vit vilja, at øll kunnu kenna seg heima í ítróttinum.
Filmurin skal samstundis varpa ljós á, at hóast sera ymiskar avbjóðingar, so ber væl til hjá  øllum at íðka onkran ítrótt”, sigur Tróndur Ravnsfjall, ítróttarráðgevi í Parasport.
Tríggir íðkarar – tríggjar ymiskar støður – tríggjar ítróttargreinar
Filmurin vísir íðkarar úr trimum ymiskum ítróttargreinum. Ein teirra er badmintonleikarin Eydna Mouritsen, ið situr í rullistóli. Og Eyð Patursson ið hevur Downs-syndrom, men tað forðar henni ikki at gera tað, henni dámar allarbest – at svimja.
Og so eisini Hávard Vatnhamar, ið misti hálvan armin á yngri árum. Nú venur hann triatlon.
„Málið er at koma til paralympisku leikirnar og vinna eina medalju fyri Føroyar” sigur Hávard og leggur afturat, at „tað er ikki ein spurningur um, hvat tú kanst – men hvat tú vilt!”