Í august mánaði í ár var á fyrsta sinni skipað fyri í norðurlendskari legu í paraítrótti fyri ungdóm.

Legan er ein víðarimenning av gomlu  NIFU (nordisk idrætslejr for unge) ið norðurlond hava skipað fyri seinastu 30 árini.

105 ung ítróttarfólk, venjarar og serfrøðingar luttóku á leguni, har tey býttu út vitan og royndir, vandu saman, og styrktu bondini millum norðurlond.

Legan er ein partur av  ALL>>INN prosjektinum, stuðlað av Erasmus + programminum ið norðurlond hava arbeitt saman um undir heitinum 6nations1team.

“Ein slík lega er ein sera góður og umráðandi møgulleiki hjá ungum ítróttarfólkum í norðurlondum at venja saman, knýta bond og verða saman í einum mennandi umhvørvi” sigur Egga Jensen formaður í Parasport Føroyar.

Næsta legan verður í 2020, og er vónin at eisini føroyskir ungdómar og venjarar verða við í framtíðini.