Ein sera góður Betri ítróttardagur er farin afturum.
Umleið 150 fólk løgdu leiðina inn í Hoyvíkshøllina, og hugaligt var at síggja fleiri nýggj andlit.
Ítróttirnir ið møguligt var at royna vóru, pílablásing, boccia, racerunning, badminton, frælsur ítróttur, fótbóltur, goalball og showdown.
Allir íðkararnir fingu Betri t-shirt og drekkidunk, og tey avvarðandi nutu ein góðan kaffimunn meðan Signar í Homrum spældi nakrar sangir.
Vónandi síggja vit fleiri av gestunum í venjing og kapping í framtíðini.