Fríggjadagin 25. Mai fara Loppurnar, ið er fimleikalið hjá Ljósinum, til Danmarkar at luttaka í stórum Special Olympics ítróttarfestivali.

Hetta er aðru ferð at Loppurnar luttaka á ítróttarfestivalinum, ið verður hildin annaðhvørt ár.

Loppurnar hava vant hart og miðvíst fram til kappingina, og eru vónirnar stórar at fáa eitt gott úrslit.

Seinast Loppurnar luttóku í hesari kappingini (2016) gjørdu tær bart og vunnu gullheiðirsmerki fyri sítt avrik.

Loppurnar, ið eru 9 í tali, eru:
Jenny Sólveig Thomsen
Rannvá Falkvard
Rúna Falkvard
Signa Vár Dávadóttir Næs Joensen
Heidi Eliasen
Brestir Gaasedal
Súsanna Johannesen
Bjørt Hermansen
Eyð Patursson

Venjari er Nena Thomsen.

Vit ynskja Loppunum góða ferð, og góða eydnu við kappingini.