Fimleikaliðið Loppurnar hjá Ljósinum luttók vikuskifti 25.-26 Mai í Special Olympics ítróttarfestivalinum í Helsingør.
Úrtøkan má sigast verða góð 2 gull, 2 silvur og 4 bronsur bleiv tað til.
Loppurnar hava vant miðvíst ímóti hesari kappingini, og verður spennandi at frætta hvør avbjóðing liggur fyri framman.
Hjartaliga tillukku við flottu úrslitunum.