Parasport Føroyar

Faroe Islands Paralympic Committee

Faroe Islands Special Olympic Committee

 

Grein 1

Sambandið eitur Parasport Føroyar og er eitt sjálvstøðugt samband innan ÍSF.

Starvsnevndarfrormaðurin hevur sæti í umboðstingið ÍSFs

Grein 2.                                                                         

Parasport Føroyar hevur til endamáls :

At menna og fremja rørslu-, uppvenjingar- og kappingarítrótt, ið viðvíkur

støðuni hjá tí ið ber brek.

At arbeiða við at seta á stovn feløg fyri fólk ið bera brek kring alt landið.

At arbeiða fyri, at allur ítróttur innan Parasport Føroyar verður íðkaður undir kønari leiðslu

og undir góðum umstøðum.

At skipa fyri venjara- og leiðaraútbúgvingarskeiðum.

At bera út kunnleika um ítrótt og heilsumál við seturskúlum, fyrilestrum og øðrum.

At skipa fyri kappingum, ítróttastevnum v.m.

At arbeiða fyri samstarvi millum Parasport Føroyar og skúlaítróttin.

At arbeiða fyri samstarvi við hini norðurlondini og altjóða felagsskapir fyri fólki ið bera brek

At vera ráðgevi, tá ið ítróttaøki, svimjihyljar, skúlar og annað skulu byggjast, so at hugsað verður um tey ið bera brek.

Grein 3

Limir í Parasport Føroyar verða :

Ítróttasambond- og feløg fyri fólk ið bera brek.

Ítróttafeløg og felagsskapir við deildum fyri fólk ið bera brek.

Deildir innan ítróttafeløg og feløg, ið arbeiða við fólki ið bera brek.

Grein 4

Hægsta vald í Parasport Føroyar er aðalfundurin, sum verður hildin um várið og skal

verða lýstur eina mánað frammanundan við hesi dagsskrá :

  1. Val av orðstýrara.
  2. Starvsnevndarformaðurin greiðir frá virki Parasport Føroya í farna ári.
  3. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap.
  4. Innkomin mál.
  5. Val av nevndum og eykalimum.
  6. Ymist

Grein 5

Hvørt felag kann senda trý umboð á aðalfundin.

Eingin kann á aðalfundi umboða felag fyri fólk ið bera brek, uttan at hava verið limur í felagnum í minsta lagi í ein mánað, og hava limagjalds- og onnur limaviðurskifti síni í lagi.

Grein 6

Atkvøðurætt á aðalfundinum við einari atkvøðu hava feløgini , starvsnevndar- og kappingarnevndarformaðurin hjá Parasport Føroyar

Starvsnevnd ÍSFs, dómsnevndin og grannskoðarin hava talurætt og rætt til at seta fram uppskot.

Grein  7

Á aðalfundinum kunnu lógaruppskot ikki verða viðgjørd, og lógarbroytingar ikki  verða gjørdar, uttan tær standa á fundarskránni.

Uppskot um lóg og lógarbroyting skulu vera starvsnevndini í hendi í seinasta lagi fjúrtan dagar

áðrenn aðalfundin.

Fyri at uppskot skal vinna sømdir á aðalfundi, skal meira enn helmingurin av teimum møttu, sum hava atkvøðurætt, atkvøða fyri.

Stendur á jøvnum, er atkvøða starvsnevndarformansins avgerandi.

Eykaaðalfundur kann verða hildin um nevndin ynskir tað, ella um helvtin av

feløgunum ynskir tað.

Hesin skal verða lýstur við dagsskrá og annars eftir somu reglum sum vanligur aðalfundur.

 

Grein 8.a

Parasport Føroyar verður stýrt av :

Aðalfundinum.

Starvsnevndini.

Kappingarnevndini /

Ítróttanevndini

Í starvsnevndini sita : Formaður, næstformaður, skrivari og tveir nevndarlimir.

Teir verða valdir einsæris á aðalfundi fyri eitt tvey-ára skeið,

3 annaðhvørt ár og 2 annaðhvørt ár.

Valdir verða 2 tiltakslimir fyri eitt eitt-ára skeið.

Starvsnevndin hevur øll fíggjarlig viðurskifti um hendi, tó skal aðalfundarsamtykt fyriliggja,

tá mál snýr seg um keyp ella sølu av fastari ogn hjá sambandinum.

Starvsnevndin kann seta kassameistara.

Í kappingarnevndini / ítróttanevndini sita :

Formaður, næstformaður og skrivari valdir einsæris á aðalfundi fyri eitt tvey-ára

skeið, tveir annaðhvørt ár og ein annaðhvørt ár.

Valdur verður ein tiltakslimur fyri eitt eitt-ára skeið.

Kappingarnevndin tekur avgerð um trætumál í ítrótti fyri fólk ið bera brek, umframt

hevur hon leiðsluna av lands- og steypa kappingum.

Nevndirnar hava heimild til at seta undirnevndir, um neyðugt við limum

uttan fyri Parasport Føroyar.

Starvs- og kappingarnevndin/ítróttanevndin skulu útinna viðtøkur, gjørdar á aðalfundinum, og altíð syrgja fyri, at leikreglur og lógir, so vítt gjørligt, eru í neyðugum samsvari við altjóða reglur.

Nevndarlimir fáa onga løn fyri hesi størv síni.

Starvsnevndin sendir einaferð árliga ítróttasambandinum frágreiðing um virki felagsins.

Parasport Føroyar skal hava samráðingar við onnur sersambond/deildir og ÍSF um altjóða stevnur, sum skulu setast í verk í Føroyum.

  • Stk b. Heiðursforseti og heiðurslimur
    1
    Aðalfundurin kann taka avgerð um at útnevna heiðursforseta ella heiðurslim. Hesin heiður kann veitast persónum fyri á ein serligan hátt at hava tænt paraítróttinum væl.
    2
    Starvsnevndin setur fram uppskot um heiðursforsetar og heiðurslimir.
    3
    Heiðursforsetin ella heiðurslimurin kann taka lut á Aðalfundinum. Teir hava talurætt men ikki atkvøðurætt.

Grein 9

Parasport Føroyar er uttanveltað í politiskum og trúarspurningum.

Grein 10

Fíggjarliga grundarlagið er partur tillutaður frá stjórn ÍSFs, av landskassastudningi, veddingarpengum, inntøkur av kappingum og øðrum.

Grein 11

Uppskot um avtøku av Parasport Føroyar kann bert verða lagt fram á aðalfundi.

Og skal tá, um hetta vinnur sømdir, samtykkjast við í minsta lagi ¾ av teimum møttu, og í minsta lagi ¾ av limunum skulu verða á fundi

Møguligar ognir falla feløgum i Føroyum ið arbeiða fyri fólk ið bera brek, í lut

 

Samtykt á eykaaðalfundi hjá Parasport 6. Mars 2018

.