Parasport Føroyar hevur úttikið íðkararnar ið skulu til Special Olympics World Games í 2019

10 íðkarar verða við á ferðini, umframt venjarar, lækna og ferðaleiðarar.

Tey úttiknu eru:

Rútmiskur fimleikur
Bjørt Hermansen
Eyð Patursson
Súsanna Johannesen
Jenny Solveig Thomsen

 

Boccé
Hilda Poulsen

Svimjing
Heidi Eliasen
Signa Vár Joensen

Frælsur ítróttur
Meiken Salberg Olsen
Rúni Jacobsen

Badminton
Oddur Gleðisheygg

Special Olympics World Games í Abu Dhabi er størsta ítróttar og humanitær tiltak í heiminum í 2019, við luttøku av fleiri enn 7000 íðkarum úr fleiri enn 170 londum í 24 ítróttargreinum.
Setanin av leikunum verður 14. mars, og endahátíðin 21. mars. – men ferðalagið fer úr Føroyum longu 8. mars, tí byrjað verður við sokallaðum Host Town visit í 3 dagar, har luttakararnir eru gestir í einum av hinum Emiratunum áðren farið verður til Abu Dhabi. Host Town vertir hjá Føroyum er Fujairah, ið er eitt av minni kendu Emiratunum ið skal hava sera vakurt fjallalendi.
Sjálvar ítróttarkappingarnar verða í Abu Dhabi og í Dubai
Special Olympics er heimsumfatandi felagsskapur ið ígjøgnum ítrótt fremur vitan um, og inklusjón av fólki við menningartarni.
Meir kunning um leikirnar er at finna á www.abudhabi2019.org