Á fundi í dag tók Jenis av Rana, landsstýrismaður, við sum verji fyri Parasport Føroyar. Hetta merkir, at landsstýrismaðurin umboðar Føroyar í viðurskiftum, sum viðvíkja paraítrótti.

Tað hevur verið siðvenja seinastu árini, at landsstýrismaðurin, sum varðar av ítrótti, er verji fyri Parasport Føroyar. Nú nýggi landsstýrismaðurin eisini játtaði at verða verji, handaði Egga Jensen, formaður í Parasporti Føroyum, Jenisi av Rana heiðursskjal.

“Eg fegnist um, at eg í dag eri vorðin verji fyri Parasport Føroyar. Parasport Føroyar ger eitt megnar arbeiði at menna og fremja rørslu-, uppvenjingar- og kappingarítrótt fyri tey, ið bera brek. Tí er tað mær ein heiður at vera verji fyri Parasport Føroyar,” sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum.

“Vit eru takksom og fegnast um, at landsstýrismaðurin vil vera verji fyri Parasport Føroyar. Tað er sera týdningarmikið, at politiska skipanin eisini hugsar um hendan partin av ítróttinum – ikki bara í Føroyum, men eisini í mun til altjóða virksemið hjá Parasport, og júst tí er tað ein fyrimunur, at verjin eisini varðar av uttanríkismálum,” sigur Egga Jensen, formaður í Parasporti Føroyum.

Parasport Føroyar varð sett á stovn í 1980 og verður sostatt 40 ár í ár.