Sumbiarkvinnan Jannie Hammershøi, ið er limur í nevndini hjá Parasport Danmark, var leygardagin endurvald forkvinna í altjóða felagsskapinnum fyri blindaítrótt,  IBSA.
Jannie, ið hevur verið forkvinna síðani 2013, vann kampvalið í Rumenia í fyrstu rundu, við 26 atkvøðum av 48.
Harvið verður Jannie sitandi sum forkvinna næstu fýra árini.
“Eg eri sera fegin um afturvalið. Hetta merkir at vit kunnu seta í verk alt tað góða vit eru byrjaði uppá, og føra IBSA og blindaítróttin víðari” – segði Jannie eftir valið.

Parasport Føroyar ynskir Jannie hjartaliga tillukku við endurvalinum, og góða eyndu við arbeiðinum.

International Blind Sports Organisation (IBSA), er altjóða viðurkendur felagsskapur við ábyrgd at stýra ítrótti fyri sjónveik og blind.

(Í 2014 var Jannie í Brunsj sendingini hjá KVF – um tú hevur áhuga í at vita hvør Jannie er, kann sendingin endurhoyrast her http://kvf.fo/netvarp/uv/2014/05/27/brunsj-vi-jannie-hammershj )