Á aðalfundinum hjá Parasport Føroyar ið var 6. Mars, boðaðu Jón á Steig og Johan Samuelsen frá at teir ikki taka við afturvali.

Jón á Steig var ein av stovnarunum av ÍSB í 1980, og hevur sostatt sitið í nevndini í útvið 38 ár.

Johan Samuelsen kom uppí nevndina í 1983, og hevur verið við síðani.

Teir hava báðir verið partur av drívmegini at geva ítróttarfólki í Føroyum ið bera brek, umstøður og møgulleikar at íðka ítrótt til gaman og álvara.

Parasport Føroyar bjóðar í hesum sambandi til almenna móttøku í MBF húsinum fríggjadagin 9. Mars millum kl 1530-1730

 

Hjartaliga vælkomin