Hotel Hafnia og Parasport Føroyar hava gjørt stuðulsavtalu. Avtalan merkir, at Hotel Hafnia verður ein av høvuðsstuðlunum hjá Parasport Føroyar komandi trý árini.

Avtalan ger tað møguligt fyri Parasport Føroyar at eggja enn fleiri at íðka para ítrótt og haraftrat kann ein møgulig føroysk luttøka í Paralympisku leikunum í Tokyo 2020, gerast veruleiki.

“Vit Fegnast um, og eru sera takksom fyri at Hotel Hafnia vil halda fram at stuðla arbeiðinum hjá Parasport Føroyar, eins og tey hava gjørt seinastu árini” sigur Egga Jensen formaður í Parasport Føroyar.

Hugsjónin hjá Parasport Føroyar er at tað fyri einhvønn, ið hevur onkran tarn, skal vera heilt natúrligt at søkja sær styrk kropsliga, heilsuliga og sosialt í einari hóskandi ítróttagrein.

“At taka virknan lut í samfelagnum, er partur av virðisgrundarlagnum hjá Hotel Hafnia” sigur Pætur T. Thomsen í sambandi við at nýggja stuðulsavtalan varð undirskrivað.

“Tað skal sjálvandi vera pláss fyri okkum øllum og í tann mun, vit kunnu rætta eina hjálpandi hond, gera vit sjálvandi tað. Parasport Føroyar er fyri allar føroyingar, ið hava ein tarn og hóast hendan, vilja íðka ítrótt og annars liva eitt virkið lív” leggur Pætur T. Thomsen aftrat.