Hávard Vatnhamar (paratriatlon) hevur seinastu vikuna verið í Føroyum á venjingarlegu, og hevur í hesum sambandi súkkla í Volvo kring Føroyar kappingini.

Av tí at Hávard umframt at súkkla, eisini skal renna og svimja, valdi hann at súkkla stutta teinin í kappingini.

Hávard vann kappingina samanlagt við umleið 11 minuttum, og vann eisini øll uttan eitt umfar á teininum.

Úrslitini frá kappingini síggjast á http://www.tsf.fo/news-volvo+kring+foroyar+2020+urslit.htm

Sjálvur sigur Hávard at hetta hevur verið ein góð kapping, tá nú ongin møguleiki er at kappast í triatlon sum er hansara ítróttargrein.
Hann er, sum vera man, vælnøgdur við úrslitið og gleðir seg til næstu avbjóðingina ið verður ein para-triatlon kapping í Alanya í oktober, um støðan við covid-19 loyvir hesum.