Leygardagin 14.07 luttók Hávard Vatnhamar í triatlon world cup kapping í Magog í Kanada,

Hávard kom á mál sum nummar tvey, og er hetta besta úrslit hann hevur havt higartil.

Formurin hevur verið uppeftirgangandi seinastu tíðina, og kann Hávard nú eisini kalla seg heimsmeistara í para Duatlon.
Hann luttók nevniliga ITU multisport kapping á Fyn vikuna frammanundan, so hetta hava verið tvær góðar vikur hjá Hávardi.

Hávard er í skrivandi stund nummar 14 á heimsstyrkilistanum, og er málið at halda seg innan fyri top 15 inntil næsta kappingarár byrjar.

Næsta kapping er eisini í Kanada, tá hann skal kappast í world series í Edmonton á fyrsta sinni.
World series gevur fleiri stig enn world cup, so tað er sera týdningarmikið fyri møgulleikan at koma til PL at hann eisini hevur fingið møgulleika at luttaka har.