Nú farið er um 100 daga markið til setanina av paralympisku leikunum Tokyo2020, kann Parasport Føroyar boða frá at Hávard Vatnhamar skal umboða Føroyar í leikunum.

Tá umstøðurnar við Covid-19 gjørdu at kvalifikatiónin í triatlon steðgaði upp, soleiðis at tað gjørdist ómøguligt hjá Hávardi at kvalifisera seg har, var avgjørt at saðla um og gera eina roynd at kvalifisera seg í maraton í staðin.
Hávard hevur víst at hann er ein sterkur rennari, og mett var at hann kundi klára minstakravið har. Ein annar avgerðandi fyrimunur við at skifta ítróttargrein er at Parasport hevur sjálvstøðugan limaskap í world para athletics, og hevur tí beinleiðis atgongd til tilmeldingar, kappingar og annað.
Tá ein skiftir ítrótt innan paraítróttarheimin er neyðugt at verða flokkaður av nýggjum. Hetta tekur tíð, og komu øll viðurskifti uppá pláss í apríl í ár, 16 dagar eftir at freistin at kvalifisera seg á vanligan hátt var farin.

Tíbetur eru skipanir at lofta slíkum støðum, og var avgjørt at søkja wildcard til Hávard.
Eitt wildcard kann latast ítróttarfólkum, ið vegna serligar umstøður ikki kunnu kvalifisera seg á vanligan hátt, men sum tó verða mett at hava nóg høgt støði.
Umsóknin um wildcard var játtað og skal Hávard longu ferðina til Tokyo í august.

Paralympisku leikirnir verða settir 24. august, og verður kappingin í maraton 5. september, seinasta dagin á leikunum.
Hetta er 10. ferð siðan stovnan av sersambandinum fyri paraítrótt í Føroyum at paralympisku leikirnir verða hildnir, og hevur føroysk umboðan verið við á øllum leikunum.