Í farnu viku var Hávard Vatnhamar í Italia har hann luttók í WPA world series kapping á 5000m teininum.
Orsøkin at Hávard var tilmeldaður hesa kappingina var at hann skal verða flokkaður* í samband við roynd sína at kvalifisera seg til PL í Tokyo.
Hóast Hávard satsar uppá maraton teinin og rann 5000m í Italia, má sigast at tað gekk væl í hansara fyrstu kapping undir føroyskum flaggi í para frælsum ítrótti.
Málið var at renna undir 18 minuttir, og kom hann inn sum nr. 5 í samanlagda bólkinum við tíðini 17:53.81, Hávard var nummar 1 í sínum flokki.
Næsta uppgávan er at renna Copenhagen Marathon ið verður 16. mai, har málið er at renna teinin undir 3 tímar.

*flokking, ella klassifisering er ein av hornasteinunum í paraítrótti.
Endamálið er at tryggja rættvísa kapping.
At flokka merkir at at ítróttarfólk verða flokkað í flokkar alt eftir breki og virkisstøði í tí serstaka ítróttinum.