Á móttøku í ÍSF húsinum í dag var kunngjørt hvørji ítróttarfólk fáa úrvalsstuðul í 2019.

Ein av teimum ið fekk stuðul hesuferð er Hávard Vatnhamar, ið hevur mál at vinna sær luttøku í paralympisku leikunum sum verða í Tokyo í 2020

Hávard fekk lutað kr. 156.000,- og ger hetta at hann hevur enn betur møguleika at luttaka í teimum kappingunum ið eru neyðugar fyri at kunna vinna nokk av stigum at klatra uppeftir rankinglistanum.

Hávard er beint nú nummar 16. á altjóða rankinglistanum, hann var nr. 15 fyrr í 2018, og vónin er at liggja ímillum 7 teir bestu tá tíðarskeiðið at vinna sær stig til PL luttøku er liðið.

Hjartaliga tillukku Hávard