Tað var ein errin Hávard Vatnhamar ið bar Merkið inn á olympiska leikvøllin í Tokyo til setanina av Paralympiski leikunum, Tokyo 2020.

Hávard var í sergjørdum vesti sum Shisa Brand hevði bundið til høvið, og fekk hesin nógv uppmerksemi í Tokyo.

Innkomin á leikvøllin var stórsligið ljós og dansishow fyri fjøldini.

Forsetin fyri altjóða paralympisku nevndini, Andrew Parsons, setti leikirnar.

Hávard skal kappast í maraton flokki T46 kl 2250, tann 4. septembur.